Et við mær:) - vegna forfall er hetta útsett til 12. mars

Vit sakna at síggja foreldur, systkin, ommur, abbar, mostrar, fastrar, gubbar, gummur, abbabeiggjar, pápabeiggjar......, tí fara vit at royna okkum við einum felags døgurða hvørt fyrsta hóskvøld í hvørjum mánaði.

Endamálið er bert eitt, og tað er at koma saman um eina máltíð. Hesa fyrstu ferð, skulu vit nokk skipa fyri døgurðanum, men við tíðini er tankin, at familjur ella vinfólk gera matin saman, og so skiftast vit um. Vit leggja út fyri tilfarið, so ikki er neyðugt at hugsa um tað, um ein bjóðar seg fram at gera mat.

Tankin er so, at vit taka 50,- kr fyri ein tallerk (30 fyri børn undir 13 ár), so tað melur runt.

Sodavatn og sunkist verða til keyps, men vatnið í krananum er ókeypis:)

Ljóðar tað ikki lekkurt - at sleppa undan at gera mat og at sleppa undan uppvaskinum - nice, siga vit bara

Hetta fer alt at ganga fyri seg í Dávavirkinum, og vit gleða okkum at síggja nógv fólk:)

Byrjar:
12.03.2020 - KL. 18:00

Komandi tiltøk

09 mai
2024
Húsið stongt - Kr. Himmalsfaradagur
Húsið er stongt 
20 mai
2024
Húsið stongt - Hvítusunna
05 juni
2024
Húsið stongt - Grundlógardagur